Leys størv
Søkt verður eftir einum dugnaligum farmakonomi til KT-deildina. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innanhýsis KT-tænastuni fyri alt Apoteksverkið.
Sum starvsfólk í KT-deildini verður tú við til at tryggja, at apotekini fáa skjóta og rætta vegleiðing, umframt at skipa mannagongdir soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú arbeiðir tænastusinnað og dugir væl at samskifta.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við KT-leiðaran, men eru í høvuðsheitum:
- Viðlíkahald av skráum
- Test av skipanum
- Superbrúkari í apoteksskipanini
- Brúkarahjálp
Tínir førleikar
Tú hevur farmakonomútbúgving og hevur áhuga fyri KT, umframt hegni at arbeiða innan økið. Royndir innan KT økið kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt. Vit skipa fyri at tú fært neyðuga upplæring, um tú ikki hevur royndirnar
Dentur verða lagdur á hesar førleikar:
- Tær dámar væl at veita góða tænastu
- Tú hevur førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
- Tú hevur evni at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
- Ert fleksibul
Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og megnar at arbeiða við fjøltáttaðum uppgávum - samstundis sum tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt.
Vit bjóða
Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.
Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan skjótast gjørligt.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Starvsstaðurin er í Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 29. november 2024. Umsóknir verða sendar við at trýsta her.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Richard Schwartson á tlf. 216519 ella senda ein teldupost til richards@apotek.fo
Har du lyst til et år på Færøerne, hvor du har mulighed for at arbejde med både klinisk farmaci og produktion, så har du chancen nu. Vi leder nemlig efter en dygtig og engageret farmakonom til et barselsvikariat på sygehusapoteket i Torshavn.
Dine arbejdsopgaver
På sygehuset bliver du en del af apoteksenheden, der tager sig af klinisk farmaci og logistik. Arbejdsopgaverne i det kliniske team er hovedsagelig medicinservice og at være med til at undervise og vejlede sygehuspersonale om lægemidler og lægemiddelanvendelse. Som del af det kliniske team er du med til at sikre et rationelt lægemiddelforbrug på sygehuset.
I apoteksproduktionen kommer du til at være en del af det team, der tager sig af at tilberede cytostatikablandinger og andre aseptiske færdigtilberedninger til sygehuset. I produktionen skal du være med at sikre, at der bliver arbejdet efter gældende lovgivning.
Dine kvalifikationer
Du er uddannet farmakonom og har en interesse for klinisk farmaci og lægemiddelproduktion. Erfaring indenfor sygehusfarmaci, medicinservice eller lægemiddelproduktion kan være en fordel, men er ikke et krav.
Vi lægger vægt på, at du er engageret, pålidelig og kvalitetsbevidst. Du må være fleksibel, og selvstændigt kunne styre flere forskellige arbejdsopgaver. Vi ønsker, at du er serviceorienteret og har gode evner at samarbejde med forskellige faggrupper. Vi forventer, at du er venlig og gerne vil bidrage til den gode stemning på arbejdspladsen.
Ansættelsesforhold
Arbejdet er fuld tid eller efter aftale og vi ønsker at ansættelsen er pr. 1 jan. 2025. Stillingen er tidsafgrænset til 28. feb. 2026.
Løn og ansættelse er i henhold til gældende overenskomst mellem Farmakonomforeningen og Fíggjarmálaráðið (Finans ministeriet).
Ansøgning
Din ansøgning med eksamenspapir, CV og eventuelle bilag skal være os i hænde senest onsdag 27. nov. 2024 og sendes ved at trykke her.
Har du spørgsmål, kan du kontakte Niels Joensen på tlf. +298 213097 ella Elisabeth Joensen-Næs på tlf. +298 404090. Du kan også sende en mail til nielsj@apotek.fo.
Du kan læse mere om os på apotek.fo
Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum farmakonomi til farloyvisstarv í Apoteksverkinum. Tú kemur at starvast bæði í kliniska toyminum á Landssjúkrahúsinum og á Framleiðsluapotekinum. Á Landssjúkrahúsinum verður tú partur av apotekseindini, sum tekur sær av uppgávum innan kliniska farmasi og logistik. Á Framleiðsluapotekinum verður tú partur av toyminum, ið tekur sær av at framleiða sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini.
Starvið
Arbeiðsuppgávurnar í kliniska toyminum umfata í høvuðsheitum at veita heilivágstænastu á Landssjúkrahúsinum og at loysa logistiskar uppgávur, sum knýta seg til økið. Harumframt verður tú við til at undirvísa og ráðgeva sjúkrahússtarvsfólki um heilivág og heilivágsnýtslu. Sum starvsfólk í kliniska stápinum ert tú við at tryggja eina skynsama heilivágsnýtslu á sjúkrahúsinum.
Á Framleiðsluapotekinum verður tú við í toyminum, sum framleiðir krabbameinsviðgerðir og aðrar sterilar blandingar til sjúkrahúsini. Harumframt verður tú við til at loysa fyrifallandi uppgávur, ið knýta seg til heilivágsframleiðslu. Sum starvsfólk á Framleiðsluapotekinum skalt tú vera við til at tryggja, at arbeitt verður eftir galdandi lóggávu.
Tínir førleikar
Umframt at tú ert útbúgvin farmakonomur, hevur tú áhuga fyri kliniskari farmasi og heilvágsframleiðslu. Royndir innan sjúkrahúsfarmasi, heilivágstænastu ella heilivágsframleiðslu kann vera ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt.
Dentur verður lagdur á, at tú ert ágrýtin, álítandi og sært týdningin í at arbeiða góðskutilvitað. Tað er eisini týdningarmikið, at tú megnar at hava fjøltáttaðar uppgávur og samstundis at hava ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt.
Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni til at samstarva við ymsar yrkisbólkar. Tú dugir væl at arbeiða í toymi, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at geva títt íkast til, at arbeiðsplássið mennist og at starvsfólkini trívast.
Setanarviðurskifti
Talan er um farloyvisstarv, sum er ásett at vera fulla tíð ella eftir avtalu. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 28.feb 2026.
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 27. nov. 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á Søk starvið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen á tlf. 213097 ella Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090. Tú kanst eisini senda ein teldupost til nielsj@apotek.fo ella ejn@apotek.fo
Les meira um okkum á apotek.fo
Nýtt apotek letur upp í Miðvági í næstum, og í hesum sambandi leita vit eftir einum ágrýtnum leiðandi farmakonomi, at leiða gerandisdagin í apotekinum. Vilt tú vera við til at skipa og menna apotekið í Vágum? Dugir tú at leiða, kveikja og menna onnur? Hevur tú eitt opið og jaligt tænastusinni? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Fimm fólk fara at starvast í apotekinum, og tað er avgerandi at tú saman við apotekaranum megnar at skapa eitt apotek, har kundarnir fáa góða tænastu og eitt so gott upplivilsi sum til ber. Fyri at hetta kann eydnast væl, er samstundis avgerandi at tú megnar at skapa eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini koma at trívast og mennast.
Hvat inniber starvið?
Tú fert at fáa ein spennandi arbeiðsdag, har tú leiðir dagliga arbeiðið í apotekinum, samstundis sum tú eisini ert ein týðandi partur av starvsfólkahópinum. Tað hevur stóran týdning, at tú raðfestir kundatænastu, samstundir sum tú hevur eyga fyri tørvinum hjá starvsfólkum.
Harumframt er eisini neyðugt at dugir at síggja hvørjar tillagingar skulu gerast, og brennur fyri at fremja tær í verki, soleiðis at apotekið alsamt kann veita høgt tænastustøði. Tú kemur at vísa beinleiðis til apotekaran fyri Norðoya Apotek, og tú kemur at skipa og menna arbeiðið í apotekinum í Vágum í tøttum samstarvi við leiðsluna á Norðoya Apotek. Tú kemur eisini at tryggja, at Vága Apotek altíð er fulgott mannað við starvsfólkum við neyðugum førleikum.
Hvørjum leita vit eftir?
Tað er neyðugt, at tú hevur útbúgving sum farmakonomur, og dentur verður eisini lagdur á, at tú hevur leiðsluroyndir. Vit ynskja ein álitisvekjandi leiðara sum er sjónligur í dagliga arbeiðinum, og sum dugir væl at samstarva og samskifta. Vit ynskja eisini at tú hevur yvirlit, er fleksibul og torir at taka neyðugar avgerðir.
Harumframt er umráðandi at tú er ein rúmligur persónur, sum dugir væl at lurta og eisini at melda greitt út um, hvussu kósin og tingini í Vága Apotek eiga at vera skipað.
Hvat kunnu vit bjóða tær?
Apoteksverkið er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv, har góð kundatænasta, góðska og trivnaður altíð eru í hásæti.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett frá 1. februar 2025, ella eftir nærri avtalu. Lønin verður ásett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Søk starvið
Trýst á knøttin Søk starvið og viðheft eina umsókn við avriti av prógvum, CV og viðmælum. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Nannu Knudsen, apotekara, á 404180 ella við telduposti: nanna@apotek.fo.
Freistin at søkja er fríggjadagin 22. november 2024.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til spennandi starv á Framleiðsluapotekinum. Viðkomandi verður partur Skamtanartoyminum, sum pakkar skamtaðan heilivág til áleið 1600 kundar. Talan er um eitt barsilsavloysarastarv.
Um starvið
Arbeiðið krevur tætt samstarv við hini í toyminum, og toymið skipar í stóran mun dagliga arbeiðið í pakkingini. Tú skal taka tær av maskinuni, sum pakkar heilivágin, og tú skalt vera við til at tryggja, at alt verður gjørt rætt og skynsamt. Tú kemur eisini at handfara tær nógvu vørurnar, sum skulu nýtast til pakkingina. Harumframt skal tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur.
Talan er um eitt áhugavert starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og at tú tekur ábyrgd. Tú dugir væl at leggja tær arbeiðið til rættis og leggur dent á nærlagni í arbeiðnum. Tú dugir at brúka teldu og hevur hug at royna teg við pakkimaskinuni. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi. Tað kann vera ein fyrimunir at hava royndir við vøruhandfaring ella framleiðslu.
Setanarviðurskifti
Starvið er ásett at vera 35 tímar um vikuna, og arbeitt verður í dagtímunum. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 31. august 2025. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tel. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi hósdagin 7. november 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo
Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til goymsluna og framleiðsluna á Framleiðsluapotekinum. Tú verður partur av bæði goymslutoyminum, sum m.a. tekur sær av at avgreiða bíleggingar til sjúkrahús og framleiðslutoyminum, sum tekur sær av at framleiða heilivág og aðrar vørur.
Um starvið
Á goymsluni fer tú at fáast við vørumóttøku, pakka vørur til kundar og tú verður úrvalsbrúkari til vørurobottin. Tú ert eisini við til at halda goymsluna ruddiliga, umframt at koyra vørur til m.a. apotekini. Í framleiðsluni verður tú við til at passa autoklavuna og at vaska framleiðsluútgerð, umframt ymsar fyrifallandi uppgávur. Tú mást tola broytingar í starvsinnihaldinum.
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur. Tær dámar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú hevur royndir við teldu og hevur hug at royna teg við vørurobottinum. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil og at tú eisini ert sinnað/ur at taka koyrikort til trukk. Tú mást vera kropsliga væl fyri til tey tungu tøkini.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 23.oktober 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo
Vit søkja eftir farmakomomi í eitt vikariat í 9-12 mánaðir. Starvsøkið er í høvusðheitum í skranka.
Vit leggja dent á at tú
· dámar væl at veita kundum góða tænastu
· er jalig/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur gott arbeiðstev
· møtir væl upp
· er fyrikomandi og blíð/ur
· er fleksibul
Talan er um eitt barnsburða vikariat 40 t/viku (ella eftir avtalu). Setan 1.december 2024 og 9-12 mánaðir fram eftir avtalu.
Setan eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen.
Freist at søkja er 15.11.2024 – Trýst er fyri at søkja.
Eysturoyar Apotek
Mýravegur 6
FO 620 Runavík
Møguliga ivamál og spurningar kunnu beinast til Ingun Hansen, apotekara ella Petsy Midjord, leiðandi farmakonom. E-mail: ingun.hansen@apotek.fo; E-mail: petsy.midjord@apotek.fo
Apoteksverkið tlf.+298-404040
Lýsing av Eysturoyar Apoteki – sí www.apotek.fo
Í sambandi við at Landsapotekarin er farin at varða av innflutningi av allari medisinskari útgerð og skráseting av hjáárinum í Føroyum, verður nú søkt eftir starvsfólki at hava eftirlit við hesum.
Tað verður sóknast eftir einum farmaseuti, sum kann tryggja, at medisinska útgerðin, sum kemur til landið, lýkur allar treytir og lógir. Menning av tøkni er tað, sum eyðkennir hesa vinnuna, og fara tað tí alla tíð at koma nýggjar vørur á marknaðin. Pharmacovigilance er eisini ein partur av arbeiðnum. Hendan uppgávan fevnir um innsavning, eftirlit, eftirmeting og fyribyrging av hjáárinum og aðrir trupulleikar við heilivágsnýtslu. Harumframt eru aðrar uppgávur hjá Landsapotekaranum, sum tú verður ein partur av. Tað kann verða avgreiðslur í tilskotsnevndini og uppgávur í samband við kliniskari farmasi í Kliniska toyminum.
Um starvið
Tú kemur at fáast við:
· Eftirlit av medisinskari útgerð og gera vágametingar
· Innsavning og greining av hjáárinum og gera váðametingar
· Avgreiða umsóknir um tilskot til heilivág og medisinska útgerð
· Hjálpa til í kliniska toyminum
· Ráðgeva Landsapotekaranum í heilivágsspurningum
Arbeiðið er spennandi og fjølbroytt.
Løn er er sambært galdandi sáttmála.
Um teg
Tú hevur útbúgving sum farmaseutur. Uppgávurnar krevja at, at tú hevur sans fyri detaljum, og at tú dugir og dámar at hugsavna teg, og tú veitst hvat góðska er og ikki. Tú mást har næst duga væl at samskifta og samstarva við onnur, og so er tað eisini fyrimunur, um tú hevur royndir í uppgávunum sum tú skal arbeiða við.
Umsókn og CV
Vilt tú vita eitt sindur meira um starvið fyrst, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á hjalti@apotek.fo. Vilt tú lesa eitt sindur um Apoteksverkið, kanst tú vitja okkara heimasíðu www.apotek.fo.
Umsóknir skulu sendast við at trýsta á “Søk nú”
Freistin at søkja er 8. juli 2024.
Vit sóknast eftir einum dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til spennandi starv á Framleiðsluapotekinum. Viðkomandi verður partur Skamtanartoyminum, sum pakkar skamtaðan heilivág til áleið 1500 kundar. Talan er um eitt barsilsavloysarastarv.
Um starvið
Arbeiðið krevur tætt samstarv við hini í toyminum, og toymið skipar í stóran mun dagliga arbeiðið í pakkingini. Tú skal taka tær av maskinuni, sum pakkar heilivágin, og tú skalt vera við til at tryggja, at alt verður gjørt rætt og skynsamt. Tú kemur eisini at handfara tær nógvu vørurnar, sum skulu nýtast til pakkingina. Harumframt skal tú vera tøk/ur til fyrifallandi uppgávur.
Talan er um eitt áhugavert starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Tínir førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og at tú tekur ábyrgd. Tú dugir væl at leggja tær arbeiðið til rættis og leggur dent á nærlagni í arbeiðnum. Tú dugir at brúka teldu og hevur hug at royna teg við pakkimaskinuni. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi. Tað kann vera ein fyrimunir at hava royndir við vøruhandfaring ella framleiðslu.
Setanarviðurskifti
Starvið er ásett at vera 35 tímar um vikuna, og arbeitt verður í dagtímunum. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 1. mars 2025. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tel. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.
Umsókn
Skrivlig umsókn við avrit av møguligum viðmælum og upplýsing um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 5. mai 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo
Vit sóknast eftir einum dugnaligum starvsfólki við viðkomandi útbúgving til heilivágsframleiðslu. Starvið er á framleiðsludeildini, sum tekur sær av at framleiða heilivág eftir altjóða GMP-reglum. Starvið er tíðaravmarkað til september 2025.
Um starvið
Vit bjóða eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi og við góðum starvsfeløgum.
Tú verður partur av framleiðslutoyminum, sum tekur sær av dagliga at gera sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini. Til hesa framleiðslu verður arbeitt í sterilum umhvørvi og undir sera strongum góðskukrøvum.
Eisini kemur tú at hjálpa til innan onnur øki i framleiðsluni, sum at pakka ella ífylla heilivág og aðrar vørur. Tú skalt vera til reiðar at traðka til við øðrum fyrifallandi uppgávum. Í framleiðslutoyminum ynskja vit at samstarva um at loysa uppgávurnar skynsamt.
Førleikar
Tú hevur lokið viðkomandi útbúgving sum laborantur, farmakonomur ella aðra útbúgving, sum gevur førleikar innan framleiðslu. Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.
Tú hevur áhuga fyri heilivágsframleiðslu og tær dámar at arbeiða undir strongum góðskueftirliti. Tú ert ágrýtin, álítandi og megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Tú leggur dent á at arbeiða skipað og við nærlagni.
Tú ert ein fyrikomandi starvsfelagi, sum ynskir at vera við til at arbeiðsplássið mennist og at starvsfelagarnir trívast.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt farloyvisstarv til september 2025, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvið er ásett at vera fulla tíð ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru hvønn gerandisdag í dagtímunum og starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Umsókn við avrit av prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast við at trýsta á hesa leinkju. Umsóknarfreistin er sunnudagin, hin 5. mai 2024.
Les meira um okkum á www.apotek.fo
Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?
So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:
5 á Tjaldurs Apoteki
2 á Norðoya Apoteki, harav annað læruplássið er sum kombi-næmingur, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum.
Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.
Um læruplássini
Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, sjúkrahús, røktarheim og bústovnar.
Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.
Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.
Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:
· hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari
· hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu
· ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur
· dámar nýggjar avbjóðingar
· ert búgvin og tekur ábyrgd
· dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu
· hevur góð samstarvsevni
Lærutíðin byrjar 1. september 2024. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15.mai ella eftir avtalu.
Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.
Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:
· Nannu Knudsen, apotekara á Norðoya Apoteki, á nanna@apotek.fo
· Beintu Joensen, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á beinta@apotek.fo
· Eisabeth Joensen Næs , deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo
Umsóknir
Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á hetta leinkið https://starv.apotek.fo/Application/Index/56 í seinasta lagi mánadagin 1. apríl 2024.
Skriva í yvirskriftina, hvar tú ynskir at sleppa í læru. Vinarliga tilskila í umsóknini til Norðoya Apotek, um tú eisini ert áhugað/ur í læruplássinum sum kombinæmingur.
Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo ella á Facebook/Instagram-síðuna hjá Apoteksverkinum, har farmakonomnæmingar hava gjørt ein film um tað at vera næmingur.
Søkt verður eftir starvsfólki til Fjardeildina, at byrja 15. januar 2024. Talan er um fulltíðarstarv.
Tínar arbeiðsuppgávur
• Móttøka av vørum.
• Seta vørur upp á pláss.
• Samábyrgd fyri at fylla í vørurobottin og tryggja, at hann virkar væl.
• Ein dag um vikuna er neyðugt at arbeiða út á kvøldið.
• Annað fyrifallandi arbeiði.
Vit vænta, at tú hevur
• EDV førleika á brúkarastøði.
• Er kropsliga væl fyri.
• Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.
Vit kunnu bjóða tær
• Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
• Fittar og fryntligar starvsfelagar.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella við at ringja á 40 40 40.
Freistin at søkja er 05.01.2024 kl.12:00.
Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 55 fólk við ymiskum útbúgvingum og førleikum, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit veita heilivág til Streymoy, partar av Eysturoy, Vágar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoy og Stóra Dímun. Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim, eldrasambýli og onnur sambýli. Eisini senda vit 100-150 pakkar um dagin við Posta. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 900 kundar hvønn dag beinleiðis um diskin.
Tjaldurs Apotek
R.C.Effersøesgøta 31
100 Tórshavn
Farmakonomar til Tjaldurs Apotek
Tjaldurs Apotek í Havn søkir farmakonomar at taka við sum skjótast ella eftir avtalu. Avloysarastørvini eru tíðaravmarkað til hálvt ár ella eitt ár.
Tínar arbeiðsuppgávur
Farmakonomar eru andlitini úteftir hjá apotekum. Tú kemur at standa við diskin úti í handlinum, og saman við fittum og dugnaligum starvsfelagum kemur tú at avgreiða kundar, sum hava síni ørindi hjá okkum.
Vit vænta, at
• Tær dámar avbjóðingar
• Tú dugir við fólki og veit, hvussu man veitir eina góða tænastu.
• Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.
Vit kunnu bjóða tær
• Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
• Fittar og fryntligar starvsfelagar.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við apotekara Petur Oluf Joensen á poj@apotek.fo, deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella deildarleiðara Beintu Joensen á beinta@apotek.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á 40 40 40.
Freistin at søkja er 14.09.2023.
Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 65 fólk, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit taka okkum av hvørt av sínum so sum at lata heilivág til alla Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 30.000 fólk (2018). Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, 16 kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, 10 djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri menningartarnað. Eisini senda vit 100-150 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 650 nøgdar kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, og av teimum eru 350 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra.
Farmaseutur til Tjaldurs Apotek
Tjaldurs Apotek í Havn søkir farmaseut at taka við hin 1. september. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár – ella eftir nærri avtalu.
Tínar arbeiðsuppgávur
Tú kemur at avgreiða læknaávísingar og at standa við diskin úti í handlinum. Harafturat verður tú við í vaktarskipanini, tá ið tørvur er á tí.
Vit vænta, at
• Tú brennir fyri tínum yrki.
• Tú dugir við fólki og veit, hvussu man veitir eina góða tænastu.
• Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.
• Tú tímir at átaka tær skiftandi uppgávur.
Vit kunnu bjóða tær
• Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
• Fittar og fryntligar starvsfelagar.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við apotekara Petur Oluf Joensen á poj@apotek.fo, deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella deildarleiðara Beintu Joensen á beinta@apotek.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á 40 40 40.
Freistin at søkja er 14.09.2023.
Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 65 fólk, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit taka okkum av hvørt av sínum so sum at lata heilivág til alla Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 30.000 fólk (2018). Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, 16 kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, 10 djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri menningartarnað. Eisini senda vit 100-150 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 650 nøgdar kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, og av teimum eru 350 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra.