fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Apotekari til Suðuroyar Apotek

Vit sóknast eftir dugnaligum apotekara at standa á odda fyri Suðuroyar Apoteki.

 

Starvið

Apotekarin er ovasti leiðari á Suðuroyar Apoteki og hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og menningini av apotekinum. Apotekarin skal tryggja at kundarnir fáa best møguliga tænastu, og at tænasturnar á heilivágsøkinum støðugt verða mentar í mun til tørvin í samfelagnum. Harumframt skal apotekarin tryggja at bygnaður og góðska eru í samsvari við nútíðar krøv. Apotekarin verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, eins og at skipa menningina av Suðuroyar Apoteki í samráð við stjórnina í Apoteksverkinum.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá apotekaranum eru m.a. at:

·       verða ovasti leiðari á Suðuroyar Apoteki, og at verða bindilið millum landsapotekaran og starvsfólk á Suðuroyar Apoteki

·       menna Apoteksverkið við at luttaka aktivt í stjórnararbeiði

·       ráðgeva landsapotekaranum o.ø., og vegleiða í spurningum innan heilivágsøkið

·       hava ábyrgdina av fíggjarætlanini fyri Suðuyrouar Apotek, og tryggja at hon verða hildin gjøgnum eina skilagóða raðfesting og stýring

·       fremja skilagott samstarv og samskifti við landsapotekaran, stjórnina, starvsfólk og aðrar áhugabólkar innan heilivágsøkið

·       tryggja at Suðurouar Apotek hevur eitt vælvirkandi leiðslutoymi, sum tekur neyðugar avgerðir

·       ganga á odda, soleiðis at Suðuroyar Apotek frameftir verður í fremstu røð í øllum viðkomandi viðurskiftum innan heilivágsøkið

·       apotekarin skal í samráð við landsapotekarin seta tíð av til stjórnararbeiði.

 

Førleikakrøv

Krav til umsøkjaran: (samb. apotekslógini §7, stk 1 og 2)

Hevur staðið danskt farmaceutiskt kandidatprógv ella líkt prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond, og í starvi frammanundan vorðin skikkaður til at standa fyri rakstrinum av apoteki.

                

Vit vænta okkum at tú m.a.:

·       hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum

·       við tínum leiðsluhátti skapar góðan trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Suðuroyar Apotek sum heild

·       dugir at síggja heildina, og ert sinnað/ur at gera neyðugar broytingar, sum geva meining  fyri Suðurouar Apotek og Apoteksverkið sum heild

·       ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva

·       ert sjónlig/ur á Suðuroyar Apoteki og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum 

·       ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og góð evni at taka avgerðir, loysa ósemjur, raðfesta og fremja ætlanir í verki

·       hevur góð samskiftisevni í skrift og talu

·       hevur áhuga í og vitan um heilsuverkið sum heild

 

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharmadanmark. Næsti fyrisetti er landsapotekarin, og tann ið settur verður skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi.

 

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, kanst tú venda tær til Hjalta Gunnarstein, landsapotekara á tlf.: 404100 ella við at senda ein teldupost til: landsapotekarin(at)apotek.fo. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Apoteksverkinum: www.apotek.fo

 

Umsókn

Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skal stílast til:

 

Landsapotekarin

Staravegur 15

FO-100 Tórshavn

 

og sendast við at trýsta her.


Umsóknin skal verða landsapotekaranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. mai 2025. Ætlanin er, at starvið verður sett frá 1. august 2025, ella eftir nærri avtalu.

 

Um Suðuroyar Apotek

Høvuðsvirksemi hjá Suðuroyar Apoteki er í Suðuroy. Umframt at selja heilivág selur apotekið ein hóp av merkivørum og aðrar heilsubótarvørur. Á Suðuroyar Apoteki starvast 12 fólk.

 

Lagt út tann
29. apr. 2025
Starv
Apotekari til Suðuroyar Apotek
Starvsheiti
Apotekari til Suðuroyar Apotek
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Suðuroyar Apotek (SAP)
Umsóknarfreist
28. mai 2025
Byrjunardagur
01. aug. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor