Starvsfólk til heilivágsframleiðslu á Framleiðsluapotekinum
Vit sóknast eftir einum dugnaligum starvsfólki við viðkomandi útbúgving til heilivágsframleiðslu. Starvið er á framleiðsludeildini, sum tekur sær av at framleiða heilivág eftir altjóða GMP-reglum. Starvið er tíðaravmarkað til september 2025.
Um starvið
Vit bjóða eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi og við góðum starvsfeløgum.
Tú verður partur av framleiðslutoyminum, sum tekur sær av dagliga at gera sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini. Til hesa framleiðslu verður arbeitt í sterilum umhvørvi og undir sera strongum góðskukrøvum.
Eisini kemur tú at hjálpa til innan onnur øki i framleiðsluni, sum at pakka ella ífylla heilivág og aðrar vørur. Tú skalt vera til reiðar at traðka til við øðrum fyrifallandi uppgávum. Í framleiðslutoyminum ynskja vit at samstarva um at loysa uppgávurnar skynsamt.
Førleikar
Tú hevur lokið viðkomandi útbúgving sum laborantur, farmakonomur ella aðra útbúgving, sum gevur førleikar innan framleiðslu. Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur, men er ikki ein treyt.
Tú hevur áhuga fyri heilivágsframleiðslu og tær dámar at arbeiða undir strongum góðskueftirliti. Tú ert ágrýtin, álítandi og megnar at arbeiða sjálvstøðugt. Tú leggur dent á at arbeiða skipað og við nærlagni.
Tú ert ein fyrikomandi starvsfelagi, sum ynskir at vera við til at arbeiðsplássið mennist og at starvsfelagarnir trívast.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt farloyvisstarv til september 2025, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvið er ásett at vera fulla tíð ella eftir avtalu. Arbeiðstíðirnar eru hvønn gerandisdag í dagtímunum og starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Umsókn við avrit av prógvi og viðkomandi skjølum skal sendast við at trýsta á hesa leinkju. Umsóknarfreistin er sunnudagin, hin 5. mai 2024.
Les meira um okkum á www.apotek.fo