fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Farmakonomur til okkara KT-deild

Søkt verður eftir einum dugnaligum farmakonomi til KT-deildina. Tú verður partur av toyminum, ið tekur sær av innanhýsis KT-tænastuni fyri alt Apoteksverkið.

Sum starvsfólk í KT-deildini verður tú við til at tryggja, at apotekini fáa skjóta og rætta vegleiðing, umframt at skipa mannagongdir soleiðis, at økið sum heild verður rikið skynsamt. Tað er av stórum týdningi, at tú arbeiðir tænastusinnað og dugir væl at samskifta.

 

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar verða avtalaðar og lagdar til rættis í samstarvi við KT-leiðaran, men eru  í høvuðsheitum:

  • Viðlíkahald av skráum
  • Test av skipanum
  • Superbrúkari í apoteksskipanini
  • Brúkarahjálp

  

 

Tínir førleikar

Tú hevur farmakonomútbúgving og hevur áhuga fyri KT, umframt hegni at arbeiða innan økið. Royndir innan KT økið kunnu vera ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt. Vit skipa fyri at tú fært neyðuga upplæring, um tú ikki hevur royndirnar

 

Dentur verða lagdur á hesar førleikar:

 

  • Tær dámar væl at veita góða tænastu
  • Tú hevur førleika at raðfesta, samskipa og leggja arbeiðið til rættis
  • Tú hevur evni at samskifta á føroyskum og donskum í skrift og talu
  • Ert fleksibul

 

Harafturat dámar tær at hava fjøltáttaðar uppgávur, og vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva, og megnar at arbeiða við fjøltáttaðum uppgávum - samstundis sum tú hevur ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt.

 

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum, har góðska og trivnaður er í hásæti.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um fast  starv, sum er ásett at vera fulla tíð við byrjan skjótast gjørligt.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Starvsstaðurin er í Tórshavn.

 

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsing um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi 29. november 2024. Umsóknir verða sendar við at trýsta her.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Richard Schwartson á tlf. 216519 ella senda ein teldupost til richards@apotek.fo

 

 

Lagt út tann
20. nov. 2024
Starv
Farmakonomur til okkara KT-deild
Starvsheiti
Farmakonomur til okkara KT-deild
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
KT deild
Umsóknarfreist
29. nov. 2024
Byrjunardagur
Skjótast gjørligt
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor