fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Akademikarar til Framleiðsluapotekið

Framleiðsluapotekið sóknast eftir tveimum akademikarum við náttúrvísindarligari útbúgving, ið hava førleikar og áhuga at arbeiða innan heilivágsframleiðslu. Tit verða sett í starv á Framleiðsludeildini, men fara eisini at loysa uppgávur á Góðskudeildini. Tit verða partar av einum fakligum stuðulstoymið á deildini, ið hevur til endamáls at tryggja, at føroyska framleiðslan lýkur galdandi GMP-krøv og onnur faklig tilmæli. Toymið tekur sær av dagligum uppgávum og smærri verkætlanum á Framleiðsluapotekinum.

Starvið

Arbeiðsuppgávur og ábyrgdarøki verður ásett eftir førleikum, tó við atlit til hini í toyminum.

Arbeiðsuppgávurnar koma í høvuðsheitum at umfata:

·       Góðkenna framleidda vøru og skriva SOP’ar, frávik og onnur góðskuskjøl

·       Vera við til at fremja váðametingar, og kvalificeringar av útgerð

·       Vera við til at tryggja at dagliga arbeiðið verður gjørt í samsvar við GMP-reglur

·       Vera partur av toymi, ið tekur sær av góðkenning av veitarum

·       Vera partur av toymi, ið tekur sær av haldførisroyndum

·       Við til at sniðgeva etikettir og góðkenna pakkitilfar

·       Vera við til at menna nýggjar vørur og tænastur

Tínir førleikar

Tú hevur eina viðkomandi hægri útbúgving innan náttúrvísind. Royndir innan heilivágsframleiðslu og GMP-arbeiði er ein fyrimunur. Tað kann eisini vera ein fyrimunir, um tú hevur royndir og førleikar at arbeiða við smærri verkætlanum.

Vit vænta, at tú ert álítandi, ágrýtin og dugnalig/ur. Vit leggja dent á, at tú sært týdningin í at samstarva og at tú hevur ein semjusøkjandi hugburð, samstundis sum uppgávurnar verða  loystar á einum fakliga høgum støði.

Harafturat vænta vit, at tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis og megnar at hava eyguni við fleiri uppgávum samstundis. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at vera við til, at arbeiðsplássið mennist og starvsfólkini trívast.

Vit bjóða

Til rætta viðkomandi kunnu vit bjóða eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv á einum áhugaverdum og gevandi arbeiðsplássi saman við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit leggja dent á eina høga góðsku í arbeiðnum og ein góðan trivnað millum starvsfólkini.

Setanarviðurskifti

Talan er um føst størv, sum eru ásett at vera fulla tíð ella eftir avtalu. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og arbeiðsuppgávum.

Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensl skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi týsdag 17. dec. 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa LEINKJU.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella Eyðhild Fuglø á tlf. 404080. Tú kanst eisini senda ein teldupost til ejn@apotek.fo.

Les meira um okkum á www.apotek.fo

 

Lagt út tann
04. des. 2024
Starv
Akademikarar til Framleiðsluapotekið
Starvsheiti
Akademikarar til Framleiðsluapotekið
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Framleiðsluapotekið (FAP)
Umsóknarfreist
17. des. 2024
Byrjunardagur
01. jan. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor