Kantinufólk til Landsapotekaran og Framleiðsluapotekið
Søkt verður eftir einum álítandi og arbeiðssomum kantinufólki, sum kann átaka sær dagligu ábyrgdina av arbeiðinum í kantinuni hjá Landsapotekaranum og Framleiðsluapotekinum. Rætti umsøkjarin, hevur hugflog og royndir innan heilsugóðan matgerð, er samstarvssinnaður og vil vera við til at tryggja eitt gott og reint arbeiðsumhvørvið, har dentur verður lagdur á minst møguligt matspill.
Arbeiðsuppgávur
Fyrireika og matgerð til máltíðir morgunmat og miðmála
Gera kaffi til starvsfólk og fundir
Vaska køksútgerð og halda kantinuna reina
Ábyrgd av innkeypi, móttøku, goymslu og skipan av matvørum
Afturat hesum eru eisini aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta, av tær
Royndir við matgerð ein fyrimunur, men ikki eitt krav
Grundleggjandi vitan um reinføri og mattrygd
Evni at arbeiða í einum skjótum og virknum arbeiðsumhvørvi
Góða likamliga orku og førleikar at standa og ganga nógv
Góð samstarvsevni og jaligan hugburð
Vit bjóða
Støðuga arbeiðstíð, og ein gerandisdag saman við góðum og stuðlandi starvsfeløgum.
Somuleiðis ein møguleika at menna tíni matlistarligu evnir við gagnnýtslu av teimum innkeyptu rávørum, ið tekur støði í matargjald frá starvsfólkum.
Setanarviðurskifti
Talan er um parttíðarstarv gerandisdagar 08:00-14:00, ella eftir avtalu, við setan skjótast tilber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Starvsfelagið.
Meira at vita
Ring ella skriva til Beintu Hilduberg, teldupostur beintah@apotek.fo ella telefon 404040.
Umsókn
Trýst á knøttin >>Søk starvið<< og send okkum umsókn, lívsrensl og prógv í seinasta lagi 22. februar 2026