Starvsfólk til Framleiðsluapotekið
Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til goymsluna og framleiðsluna á Framleiðsluapotekinum. Tú verður partur av bæði goymslutoyminum, sum m.a. tekur sær av at avgreiða bíleggingar til sjúkrahús og framleiðslutoyminum, sum tekur sær av at framleiða heilivág og aðrar vørur.
Um starvið
Á goymsluni fer tú at fáast við vørumóttøku, pakka vørur til kundar og tú verður úrvalsbrúkari til vørurobottin. Tú ert eisini við til at halda goymsluna ruddiliga, umframt at koyra vørur til m.a. apotekini. Í framleiðsluni verður tú við til at passa autoklavuna og at vaska framleiðsluútgerð, umframt ymsar fyrifallandi uppgávur. Tú mást tola broytingar í starvsinnihaldinum.
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur. Tær dámar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tú hevur royndir við teldu og hevur hug at royna teg við vørurobottinum. Harumframt vænta vit, at tú ert ein fyrikomandi og hjálpsamur starvsfelagi.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil og at tú eisini ert sinnað/ur at taka koyrikort til trukk. Tú mást vera kropsliga væl fyri til tey tungu tøkini.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin er á Framleiðsluapotekinum í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090 ella senda ein teldupost til ejn@apotek.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av møguligum viðmælum og upplýsingum um royndir skal vera Framleiðsluapotekinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 23.oktober 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.
Les meira um okkum á www.apotek.fo