Farmakonomer til Tjaldurs Apotek
Farmakonomar til Tjaldurs Apotek
Tjaldurs Apotek í Havn søkir farmakonomar at taka við sum skjótast ella eftir avtalu. Avloysarastørvini eru tíðaravmarkað til hálvt ár ella eitt ár.
Tínar arbeiðsuppgávur
Farmakonomar eru andlitini úteftir hjá apotekum. Tú kemur at standa við diskin úti í handlinum, og saman við fittum og dugnaligum starvsfelagum kemur tú at avgreiða kundar, sum hava síni ørindi hjá okkum.
Vit vænta, at
• Tær dámar avbjóðingar
• Tú dugir við fólki og veit, hvussu man veitir eina góða tænastu.
• Tær dámar væl at samstarva og trívist í einum arbeiðstoymi.
Vit kunnu bjóða tær
• Løn og setanarviðurskifti sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
• Fittar og fryntligar starvsfelagar.
Umsókn
Send eina umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum til okkara her.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband við apotekara Petur Oluf Joensen á poj@apotek.fo, deildarleiðara Ragnar Stakksund á ragnars@apotek.fo ella deildarleiðara Beintu Joensen á beinta@apotek.fo. Tú kanst eisini ringja til okkara á 40 40 40.
Freistin at søkja er 14.09.2023.
Um Tjaldurs Apotek
Vit eru umleið 65 fólk, sum starvast á Tjaldurs Apoteki. Vit taka okkum av hvørt av sínum so sum at lata heilivág til alla Streymoynna, bygdirnar í Sundalagnum, Vágarnar, Sandoy, Skúvoy, Hest, Koltur, Nólsoynna og Stóru Dímun, svarandi til uml. 30.000 fólk (2018). Harumframt veita vit tænastu til Landssjúkrahúsið, 16 kommunulæknar, tannlæknar, djóralæknar, 10 djóraheilivágsgoymslur, 6 humanar heilivágsgoymslur, ellis-/røktarheim og eldrasambýli og sambýli fyri menningartarnað. Eisini senda vit 100-150 pakkar við forskriftarheilivági út til bygdirnar. Síðst, men ikki minst, avgreiða vit 650 nøgdar kundar hvønn dag beinleiðis um diskin, og av teimum eru 350 forskriftaavgreiðslur, og restin er handkeypsvøra.