Tjaldurs Apotek søkir starvsfólk til vørugoymsluna
Starvsfólk til Tjaldurs Apotek
Søkt verður eftir ágrýtnum starvsfólki til goymsluna á Tjaldurs Apoteki. Starvið er fyribils, og er galdandi í eitt ár frá setanardegi.
Um starvið
Talan er um eitt spennandi og fjølbroytt starv á einum góðum arbeiðsplássi við fryntligum starvsfeløgum.
Á goymsluni fert tú millum annað at arbeiða við:
Vørumóttøku
Vera úrvalsbrúkari til vørurobottin
Halda goymsluna ruddiliga og væl skipaða
Fylla Pharmaboksina á Tjaldurs Apoteki og á Landssjúkrahúsinum
Seta vørur upp á pláss í handlinum.
Førleikar
Vit vænta, at tú ert røkin, álítandi og megnar skiftandi arbeiðsuppgávur. Tær dámar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Tú hevur royndir við teldu og hevur hug at læra at arbeiða við vørurobottinum. Harumframt vænta vit, at tú ert fyrikomandi, hjálpsamur og í heila tikið ein góður starvsfelagi.
Tað er eitt krav, at tú hevur koyrikort til persónbil og ert kropsliga væl fyri til tey tungu tøkini, sum kunnu koma fyri í arbeiðinum.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett skjótast gjørligt.
Starvsstaðurin er Tjaldurs Apotek í Tórshavn.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Samband
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til:
Ragnar Stakksund, deildarleiðara
Tlf. 404010
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir og møguligum viðmælum skal vera Tjaldurs Apoteki í hendi í seinasta lagi 29. september 2026.
Søk starvið HER