fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið

Kundi tú hugsað tær eina fjølbroytta og læruríka útbúgving við serkunnleika innan ráðgeving og handfaring av heilivági?

So eru sjey lærupláss sum farmakonomur leys at søkja:

4 á Tjaldurs Apoteki

1 á Suðuroyar Apoteki

1 á Norðoya Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Vága Apoteki.

1 sum kombinæmingur á Vága Apoteki, har tú ein part av lærutíðini kemur at starvast á Framleiðsluapotekinum og á Norðoya Apoteki.

 

 

Farmakonomútbúgvingin er fjøltáttað. Tú lærir m.a. um kroppin, heilivág, heilivágsframleiðslu, lóggávu, góðskustýring, samskifti og marknaðarføring.

Um læruplássini

Sum farmakonomnæmingur á apotekinum kemur tú at ráðgeva og leiðbeina viðskiftafólki í samband við útflýggjan av heilivági og apoteksvørum. Harafturat kemur tú at veita tænastur til læknar, tannlæknar, djóralæknar, røktarheim og bústovnar.

Sum kombinæmingur kemur tú umframt at arbeiða á apotekinum, eisini at verða knýttur at Framleiðsluapotekinum og Sjúkrahúsverkinum. Á Framleiðsluapotekinum lærir kombinæmingurin um framleiðslu av heilivági, pakking av heilivági í skamtanarposar og góðskutrygging av heilivágsframleiðslu.

Farmakonomútbúgvingin tekur 3 ár og skiftir millum arbeiði á apotekinum og skúla á skeiðsdeplinum, Pharmakon, í Hillerød. Útbúgvingin telur 180 ECTS. Lærutíðin er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.

Les meira á farmakonomuddannelsen.dk.

 

Til farmakonomútbúgvingina krevst, at tú:

 

·       hevur miðnámsprógv ella prógv sum heilsurøktari

·       hevur áhuga í sølu og brennir fyri at veita góða tænastu

·       ert røkin, væl skipað/ur og góðskutilvitað/ur

·       dámar nýggjar avbjóðingar

·       ert búgvin og tekur ábyrgd

·       dugir væl at samskifta á føroyskum og donskum í bæði skrift og talu

·       hevur góð samstarvsevni

 

Lærutíðin byrjar 1. september 2026. Møguleiki er, at tú byrjar sum hjálparfólk 15.mai ella eftir avtalu.

Á apotekinum er okkara aðalmál altíð at veita bestu tænastuna. Stórur dentur verður lagdur á dagførda kunning og samskifti við viðskiftafólk. Hetta krevur, at tú sum útbúgvin farmakonomur støðugt verður førleikamentur.

Nærri kunning
Eru spurningar ert tú vælkomin at ringja á tlf. 404040 ella skriva til:

·       Jonu Thune, millumleiðara á Norðoya Apoteki, á jona@apotek.fo   

·       Duritu Rask Olsen, apotekara á Suðuroyar Apoteki, á duritaro@apotek.fo

·       Beintu Joensen, deildarleiðara á Tjaldurs Apoteki, á beinta@apotek.fo

·       Elisabeth Joensen Næs , deildarleiðara á Framleiðsluapotekinum, á ejn@apotek.fo

 

Umsóknir

Umsóknir saman við viðkomandi prógvi og lívsrensli skulu sendast við at trýsta á leinkið í seinasta lagi 19. apríl 2026.

 

Umsókn til Tjaldurs Apotek – leinki

Umsókn til Suðuroyar Apotek – leinki

Umsókn til Norðoya Apotek – leinki

Umsókn til Vága Apotek - leinki

Sí nærri um Apoteksverkið á www.apotek.fo.

 

Lagt út tann
23. mar. 2026
Starv
Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið
Starvsheiti
Farmakonomnæmingar til Apoteksverkið
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Suðuroyar Apotek (SAP)
Umsóknarfreist
19. apr. 2026
Byrjunardagur
15. mai 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor