fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Norðoyar apotek søkir eftir farmakonomum

Ert tú heilivágskøn/ur og hevur hug at royna teg á Norðoya Apotek?

Norðoya apotek hevur í løtuni tørv á tveimum farmakonomum fyri starvsfólki í farloyvi.

Høvuðsarbeiðsøkið er “skrankin”. Vit raðfesta skranka-arbeiðið høgt og vilja tí fegin hava, at tú, saman við okkum, gevur viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu og ráðgeving.

Vit leggja dent á at tú

·       dámar væl at veita kundum góða tænastu

·       er fyrikomandi, álítandi og ágrýtin

·       møtir væl upp

·       er fleksibul

·       hevur telduførleikar ella er fús/ur at tilogna sær slíkar

Vit bjóða eitt avbjóðandi og mennandi starv á einum gevandi arbeiðsplássi, har trivnaður og fjølbroytni í arbeiðsdegi og -uppgávum hevur høga raðfesting. Vit eru 16 starvsfólk, harav ein fjórðingur er farmakonomnæmingar. Sostatt hava starvsfólk týdningarmiklan leiklut í at klekja dugnaligar farmakonomar.

Umframt vanliga distributión og ráðgeving av heilivági til viðskiftafólk veita vit eisini heilivágstænastu, heilivágsgjøgnumgongd, eftirlit og uppfyllan av heilivágskistum, korona-koppsetingar, heilsukanningar og starvsfólk til vekslaraskipan.

Apotekið er ISO 9001 góðkent og hevur vaktarskipan til útflýggjan av heilivági í úrtíð

Setanarviðurskifti

Størvini eru á 35 tímar/viku ella eftir avtalu og verða sett skjótast tilber. Størvini eru tíðaravmarkaði til ávikavist 31/10-2026 og 28/2-2027

Setan er eftir galdandi sáttmála millum FMR og Farmakonomforeningen.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og lívrensli skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. januar 2026. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hetta leinki.

Hevur tú spurningar, kanst tú venda tær til apotekara Nannu Knudsen á tlf 404180, teldupost nanna@apotek.fo, ella leiðandi farmakonomi Jonu Thune á tlf 404175, teldupost jona@apotek.fo

 

Lagt út tann
09. des. 2025
Starv
Norðoyar apotek søkir eftir farmakonomum
Starvsheiti
Norðoyar apotek søkir eftir farmakonomum
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Norðoya Apotek (NAP)
Umsóknarfreist
09. jan. 2026
Starvstíð
Skjótast gjørligt - 31. okt. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor