fo / en
Totalview HR-rekruttering
Ment av Formula

Eysturoyar Apotek søkir eftir starvsfólkum við viðkomandi útbúgving

Ert tú farmaseutur ella farmakonomur og hevur hug at royna teg á Eysturoyar Apoteki, so er møguleikin nú. Eysturoyar Apotek hevur í løtuni tíðaravmarkaði størv leys at søkja fyri starvsfólk í barnsburðarfarloyvi.

Høvuðsarbeiðsøkið er “skrankin”. Vit raðfesta skranka-arbeiðið høgt og vilja tí fegin hava, at tú, saman við okkum, gevur viðskiftafólkum okkara eina góða tænastu og ráðgeving.

Vit vænta at:

  • tú ert fakliga væl fyri

  • tær dámar at avgreiða viðskiftafólki

  • tú hevur góð samstarvsevnir

  • tú ert jalig/ur og ein góð/ur starvsfelagi

  • tú ert álítandi og arbeiðssom/arbeiðssamur

  • tú møtir væl upp

 

Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss, har vit saman veita eina góða tænastu, samstundis sum vit verja og styrkja okkara góða arbeiðsumhvørvi og jaliga tónan.

 

Stutt um Eysturoyar Apotek og nærumhvørvið:

Apotekið er staðsett í Runavík, einans 15 min. frá Tórshavn umvegis Eysturoyartunnilin.

Í grannalagnum eru læknamiðstøðin, svimjihøllin (sum verður liðug í summar), Ítróttarhøllin “Bylgjan”, leikvøllur, bókasavnið og Løkshøll. Toftavatn liggur eisini í økinum, við eini vælgongdari gøtu runt um innara vatnið.

Umframt skranka-avgreiðslur eru postsendingar, veitan av heilivági og vørum til handkeypssølur, tannlækna- og læknaviðtalur, ellisheim, virkir o.l. í nærumhvørvinum.

Vit eru í løtuni áleið 16 starvsfólk, bæði farmakonomar, farmaseutar, farmakonomnæmingar og hjálparfólk. Apotekið hevur ISO-9001 góðkenning og skal endurgóðkennast í heyst. Apotekið samstarvar við onnur apotek í Apoteksverkinum.

Starvið er mett til 30 tímar/viku ella eftir avtalu og tíðaravmarkað til 31/12-2025. Lønt verður eftir galdandi sáttmála.

Tú kanst longu nú senda umsókn, CV og prógv umvegis hesa leinkju.

 

Meira fæst at vita við at venda sær til Ingun Hansen, apotekara (t-post: ingun.hansen@apotek.fo) ella Petsy Midjord, leiðandi farmakonom (t-post: petsy.midjord@apotek.fo)

 

Lagt út tann
05. feb. 2025
Starv
Starvsfólk til Eysturoyar Apotek
Starvsheiti
Eysturoyar Apotek søkir eftir starvsfólkum við viðkomandi útbúgving
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Eysturoyar Apotek (EAP)
Starvstíð
Skjótast gjørligt - 31. des. 2025
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor