Leiðandi farmakonomur til nýtt apotek í Vágum
Nýtt apotek letur upp í Miðvági í næstum, og í hesum sambandi leita vit eftir einum ágrýtnum leiðandi farmakonomi, at leiða gerandisdagin í apotekinum. Vilt tú vera við til at skipa og menna apotekið í Vágum? Dugir tú at leiða, kveikja og menna onnur? Hevur tú eitt opið og jaligt tænastusinni? So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Fimm fólk fara at starvast í apotekinum, og tað er avgerandi at tú saman við apotekaranum megnar at skapa eitt apotek, har kundarnir fáa góða tænastu og eitt so gott upplivilsi sum til ber. Fyri at hetta kann eydnast væl, er samstundis avgerandi at tú megnar at skapa eitt gott arbeiðspláss, har starvsfólkini koma at trívast og mennast.
Hvat inniber starvið?
Tú fert at fáa ein spennandi arbeiðsdag, har tú leiðir dagliga arbeiðið í apotekinum, samstundis sum tú eisini ert ein týðandi partur av starvsfólkahópinum. Tað hevur stóran týdning, at tú raðfestir kundatænastu, samstundir sum tú hevur eyga fyri tørvinum hjá starvsfólkum.
Harumframt er eisini neyðugt at dugir at síggja hvørjar tillagingar skulu gerast, og brennur fyri at fremja tær í verki, soleiðis at apotekið alsamt kann veita høgt tænastustøði. Tú kemur at vísa beinleiðis til apotekaran fyri Norðoya Apotek, og tú kemur at skipa og menna arbeiðið í apotekinum í Vágum í tøttum samstarvi við leiðsluna á Norðoya Apotek. Tú kemur eisini at tryggja, at Vága Apotek altíð er fulgott mannað við starvsfólkum við neyðugum førleikum.
Hvørjum leita vit eftir?
Tað er neyðugt, at tú hevur útbúgving sum farmakonomur, og dentur verður eisini lagdur á, at tú hevur leiðsluroyndir. Vit ynskja ein álitisvekjandi leiðara sum er sjónligur í dagliga arbeiðinum, og sum dugir væl at samstarva og samskifta. Vit ynskja eisini at tú hevur yvirlit, er fleksibul og torir at taka neyðugar avgerðir.
Harumframt er umráðandi at tú er ein rúmligur persónur, sum dugir væl at lurta og eisini at melda greitt út um, hvussu kósin og tingini í Vága Apotek eiga at vera skipað.
Hvat kunnu vit bjóða tær?
Apoteksverkið er eitt áhugavert og spennandi arbeiðspláss við nógvum ymiskum fakbólkum. Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi, mennandi og fjølbroytt starv, har góð kundatænasta, góðska og trivnaður altíð eru í hásæti.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum verður sett frá 1. februar 2025, ella eftir nærri avtalu. Lønin verður ásett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Farmakonomforeningen.
Søk starvið
Trýst á knøttin Søk starvið og viðheft eina umsókn við avriti av prógvum, CV og viðmælum. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Nannu Knudsen, apotekara, á 404180 ella við telduposti: nanna@apotek.fo.
Freistin at søkja er fríggjadagin 22. november 2024.