fo / en
Totalview HR rekruttering
Ment av Formula

Farmakonomur til kliniska farmasi og framleiðslu

Søkt verður eftir einum dugnaligum og ágrýtnum farmakonomi til farloyvisstarv í Apoteksverkinum. Starvið er hálva tíð í kliniska toyminum á Landssjúkrahúsinum og hálva tíð á Framleiðsluapotekinum. Á Landssjúkrahúsinum verður tú partur av apotekseindini, sum tekur sær av uppgávum innan kliniska farmasi og logistik. Á Framleiðsluapotekinum verður tú partur av framleiðslutoyminum, ið m.a. tekur sær av at framleiða sterilar heilivágsblandingar til sjúkrahúsini.

Starvið

Arbeiðsuppgávurnar í kliniska toyminum umfata í høvuðsheitum at veita heilivágstænastu á Landssjúkrahúsinum og at loysa logistiskar uppgávur, sum knýta seg til økið. Harumframt verður tú við til at undirvísa og ráðgeva sjúkrahússtarvsfólki um heilivág og heilivágsnýtslu. Sum starvsfólk í kliniska stápinum ert tú við at tryggja eina skynsama heilivágsnýtslu á sjúkrahúsinum.

Á Framleiðsluapotekinum verður tú við í toyminum, sum framleiðir krabbameinsviðgerðir og aðrar sterilar blandingar til sjúkrahúsini. Harumframt verður tú við til at loysa aðrar fyrifallandi uppgávur, ið knýta seg til heilivágsframleiðslu. Sum starvsfólk á Framleiðsluapotekinum skalt tú vera við til at tryggja at arbeitt verður eftir galdandi lóggávu.

Tínir førleikar

Umframt at tú ert útbúgvin farmakonomur, hevur tú áhuga fyri kliniskari farmasi og heilvágsframleiðslu. Royndir innan sjúkrahúsfarmasi, heilivágstænastu ella heilivágsframleiðslu kann vera ein fyrimunur, men eru ikki ein treyt.

Dentur verður lagdur á, at tú ert ágrýtin, álítandi og sært týdningin í at arbeiða góðskutilvitað. Tað er eisini týdningarmikið, at tú megnar at hava fjøltáttaðar uppgávur og samstundis at hava ein skipaðan og nærlagdan arbeiðshátt.

Vit vænta, at tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni til at samstarva við ymsar yrkisbólkar. Tú dugir væl at arbeiða í toymi, men eisini at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og ynskir at geva títt íkast til, at arbeiðsplássið mennist og at starvsfólkini trívast.

 

Setanarviðurskifti

Talan er um farloyvisstarv, sum er ásett at vera 40 tímar um vikuna. Starvið verður sett skjótast gjørligt og er tíðaravmarkað til 31.mars 2026.

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Farmakonomfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi, viðmælum og CV við upplýsingum um royndir skal vera Apoteksverkinum í hendi í seinasta lagi týsdagin 29. okt. 2024. Umsóknir skulu sendast við at trýsta á hesa leinkju.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú venda tær til Niels Joensen á tlf. 213097 ella Elisabeth Joensen-Næs á tlf. 404090. Tú kanst eisini senda ein teldupost til nielsj@apotek.fo ella ejn@apotek.fo

Les meira um okkum á apotek.fo  

 

 

Lagt út tann
18. okt. 2024
Starv
Farmakonomur til kliniska farmasi og framleiðslu
Starvsheiti
Farmakonomur til kliniska farmasi og framleiðslu
Virki
Apoteksverk Føroya
Deild
Framleiðsluapotekið (FAP)
Umsóknarfreist
29. okt. 2024
Starvstíð
01. nov. 2024 - 31. mar. 2026
Henda síðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kunna gera tína uppliving betri.
Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal.
Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at fara til síðuna um farspor